Hevur tú útbúgving ella royndir innan KT-økið? Hevur tú hug til at arbeiða við avbjóðandi uppgávum? Hevur tú hug til at starvast í eini spennandi fyritøku við góðum framtíðarmøguleikum?
So ert tú vælkomin til at senda okkum eina starvsumsókn við nøkrum orðum um teg sjálva(n). Vinarliga send eitt teldubræv til: starv@formula.fo Formula hevur eitt fjølbroytt og mennandi starvsumhvørvi, sum gevur møguleikar fyri persónligari og fakligari menning. Tað er ikki neyðugt at hava serligan tøkniligan kunnleika til tær telduskipanir, sum Formula veitir, tí haldgóð upplæring verður veitt innan økið. Formula leggur tó stóran dent á at fáa starvsfólk við hægri útbúgving. Saman við eftirútbúgvingarpolitikki okkara gevur hetta okkum førleika fyri støðugt at vera í fortroppinum innan virkisøki okkara. |